Tá grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, var á veðurlagsráðstevnu í Keypmannahavn, nýtti hann hetta høvið til at tingast við Evropasamveldið um betri handilssáttmálar.
Við grønlendska kringvarpið sigur hann, at ES hevur stóran áhuga fyri fiskirættindum við Vesturgrønland, og at landsstýrið vil fegið fáa meiri burtur úr hesum.
Umframt ES tingaðist Kuupik Kleist við umboð fyri fjarskotin lond, sum hava búskaparligt og sosialt samstarv við ES. Fleiri av hesum londum hava somu politisku áhugamál sum Grønland, og her kunnu samstarvsmøguleikar vera, sigur Kuupik Kleist við KNR.