Ikki bara stuttligt í byrjanini

FUGLAFJØRÐUR

Poul Rustin sigur, at tað var ikki bara stuttligt tað fyrsta árið, Muntra hevði skeinkiloyvi. Tá vóru fá loyvi í Eysturoy, og hann heldur, at tað hevði verið lættari, um skeinkiloyvi tá var á hvørjum horni. So, hevði man kanska fingið frið, sum hann tekur til.
- Tað kom meiri enn so fyri, at menn stóðu klárir, til dyrnar lótu upp, og hevði eg eitt tiltak á Muntra tíðliga seinnapartin, riggaði hetta ikki væl. Tað kom eisini fyri, at hýruvognur hevði sett menn av, sum bíðaðu eftir, at eg læt upp. Tá noyddist eg at ringja eftir bilinum aftur, tí eg hevði ikki umstøður at taka menn inn at drekka, samstundis sum eg hevði eitt privat tiltak, sigur hann.
Poul Rustin sigur, at hesi viðurskifti broyttust tó nakað, sum árini gingu, samstundis sum tey, ið høvdu skeinkiloyvini, ivaleyst dugdu betri at takla ymisku støðurnar, ið kundu taka seg upp.