Ikki bara skuffað

Hóast SÍ tapti steypafinaluna, var ikki tað bera vónbrot at síggja á sørvágskvinnum, tí tær hildu seg hava prógvað nakað, eingin hevði væntað av teimum

– Sjálvt um vit nú hava tapt, eri eg nokk so væl nøgd, tí fólk væntaðu einki av okkum áðrenn. Men eg haldi, at vit stríddust sera væl og gjørdu okkara besta, segði Tórfríð Tavsen, ið spælir libero á kvinnuliðnum hjá SÍ.
– Tí er tað ikki bara vónbot, sjálvt um vit heldur enn fegnar vildu vunnið. Eg eri sjálvandi skuffað, men hetta er ikki heimsins undirgangur. Vit høvdu sett okkum fyri at finna spæligleðina aftur, og tað hava vit gjørt.
Tórfríð sigur, at nú skal tapta steypafinalan brúkast sum íblástur til restina av landskappingini, so SÍ aftur í ár kemur í ta finaluna:
– Ja, vit fara nú at gera alt fyri at koma í FM-finaluna og alt fyri at vinna hana. Tað kunnu vit gott brúka henda dystin til eisini, tí vit hava fingið eina heilt aðra tankagongd í høvdið. Vit kempa meira og vilja tað meira, so tí hava vit ordiliga gott mót upp á tað.