Ikki bara Norrøna

Tað er ikki bara Norrøna, sum er hotellskip í sambandi við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Ferjan Queen of Scandinavia, skal eisini liggja í Keypmannahavn. Skipið skal tó ikki hýsa ráðstevnuluttakarum, men løgreglumonnum, sum koma til Keypmannahavnar úr øðrum pørtum av Danmark.

Næstan 1.800 fólk kunnu gista umborð á Queen of Scandinavia.

DFDS eigur ferjuna, sum tað seinasta árið hevur verið brúkt sum hotellskip hjá arbeiðsmonnum, sum hava umvælt orkuverkið í Oscarshamn í Svøríki.