Ikki bara forsetaval

Tá amerikanararnir fara í valhølið í dag, skulu teir ikki einans taka støðu til, hvør skal røkja forsetaembætið tey næstu fýra árini. Umboðsmannatingið skal mannast, somuleiðis ein partur av Senatinum, og í fleiri statum skulu fólk eisini velja guvernør.

Fólk skulu velja 435 fólk í Umboðsmannatingið, og ein triðingur av sessunum í Senatinum skulu eisini mannast í dag. Alt bendir á, at republikanararnir varðveita meirilutan í Umboðsmannatinginum og demokratarnir í Senatinum. Herumframt skulu 13 statir velja guvernør í dag.

Í summum statum hava myndugleikarnir valt at brúka valdagin til at hava fólkaatkvøðu um ymisk lokal viðurskifti. Í fýra statum verður atkvøtt um rættindini hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag, í trimum statum verður atkvøtt um rúsevni, í tveimum statum um fosturtøku, og í Kalifornia skulu fólk taka støðu til ein spurning um at seta deyðarevsing úr gildi har.