Hóast næst størsta kommunan í landinum leingi hevur verið ein aktivur partur í royndunum at loysa fíggjartrupulleikarnar hjá KÍ, so eru tað tó langt ífrá øll, sum hava verið so øgiliga væl nøgd um hetta. Ikki minst, tí óttin hevur verið fyri, at ein øktur kommunalur innsatsur í KÍ fer at hava við sær, at aðrar ítróttargreinar fara at verða við sviðið soð fíggjarliga.
Skottið er týdningarmikið
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, staðfestir eisini, at hann hevur verið varugur við hendan óttan og vandan, men tá vit týskvøldið tosaðu við hann, staðfesti hann, at júst hendan loysnin er nærum tann optimala í so máta.
- Hetta hevur verið eitt evni, sum hevur fingið stóra umrøðu. Eisini í býráðnum. Tann loysnin, sum nú er funnin, liggur eisini innan fyri teir fíggjarkarmar, sum vit hava sett í fíggjarætlanini fyri inniverandi ár, og tí er eingin trupulleiki í so máta.
- Hartil, so er hetta eisini ein loysn, sum eg eri sera væl nøgdur við. Fyrst og fremst, so ynsktu vit í býráðnum, at skuldu vit umvegis KÍ-høllina verða ein partur av loysnini, so vildu vit hava eitt skott millum KÍ og høllina. Tað skottið hava vit fingið.
- Og tað er eisini komið, uttan at vit hava verið noydd at yvirtaka høllina, soleiðis sum tað onkra tíð hevur verið róð framundir. Sæð yvir eitt longri áramál, so merkir tað kanska tað sama, um vit høvdu keypt høllina, ella um vit hækka nýtslugjaldið, men tað tyngir ikki gjaldførið í nær námind eins nógv, nú hendan loysnin er vald. Og tað tekur heldur einki av íløgujáttinini, soleiðis sum tað annars vildi gjørt.
Tað hevur verið nevnt, at aðrar ítróttargreinar kanska koma at merkja sviðan av, at KÍ nú óbeinleiðis fær fleiri kommunalar pengar. Er tann óttin grundaður?
- Nei. Tvørturímóti. Tað er ein onnur høll ávegis í kommuni (Badmintonhøllin, blðm.), og her hava vit í prinsippinum játtað at stuðla við 4,5 mió kr. Og vit hava so ongar sum helst ætlanir um at skerja upphæddirnar til hini feløgini. At fokus á KÍ er stórt, kemst einamest av, hvussu nógv felagið fyllir í samfelagnum her norðuri. Men vit hava á ongan hátt gloymt hini, staðfestir Steinbjørn Jacobsen.
Pápi sonur tín...
Onkur hevur argandi tikið til, at borgarstjórin hevur verið so samstarvshugaður við KÍ, tí hetta kann skapa rúm fyri at fáa sonin t.e. Rógvi Jacobsen, landsliðsspælari aftur til KÍ. Men tá vit at enda seta hendan spurningin, hevur borgarstjórin bestan hug at smílast.
- Tað er sjálvandi einki at ivast í, at eg fegin síggi Rógva aftur í KÍ, eins og vónandi fleiri aðrir klaksvíkingar gera tað. Men í løtuni er hann so bundin at einum sáttmála í Íslandi, og eg gangi bara út frá, at tann støðan ikki er broytt. Og sum so er tað ongantíð betri, enn um hann á yrkisleið sínari meddar enn hægri enn tað, at koma aftur til Klaksvík at spæla fótbólt, heldur borgarstjórin at enda.










