Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, fegnast stórliga, at flogfelagið fekk tollfríu søluna, men ferðaseðlarnir gerast ikki bíligari.
- Nú skulu vit selja meira fyri at vinna pening. Fyrr fór allur peningurin í kassan hjá okkum, tá vit seldu tollfrítt. Nú skal Vága Floghavn hava ein stóran part av peninginum, so vit skulu selja meira, fyri at fáa tað sama burturúr, sigur Magni Arge.
Hetta merkir altso, at Atlantsflog, á ein hátt missir pening av, at tollfría sølan verður flutt niður á land.
Dýrka ikki
Hóast hann ikki roknar við, at ferðaseðlarnir gerast bíligari, so gevur tað ein stóran fyrimun hjá Atlantsflogi, at felagið fekk tollfríu søluna.
- Tú kanst siga, at ferðaseðlarnir heilt víst høvdu dýrkað, um vit ikki fingu tollfríu søluna, tí tað er tungt at dríva eina flogrutu, og tollfrí søla hevur verið ein avgerandi partur av inntøkunum hjá okkum. Tí kanst tú hinvegin siga, at ferðaseðlarnir ikki fara at dýrka, á sama hátt, sum teir høvdu gjørt, um onkur annar fór við tollfríu søluni, vísir Magni Arge á. Sum metir tað gerast tyngri og tyngri at hava eitt flogfelag, tí fleiri og fleiri vilja hava burturav.










