Tað sá heldur álvarsligt út, tá ið málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, í gjár mátti berast av vøllinum eftir ein samanbrest við Ara Mohr Olsen hjá HB.
Tíbetur fyri Víking, so bendir alt á, at talan ikki er um álvarsligan skaða. Geza sigur, at hann fekk knæið hjá HB-leikaranum í lærið, og at hann helst bara skal hava nakrar dagar at koma seg í.
Verður 42 ára gamli ungarski málverjin ikki klárur til grannauppgerðina í Fuglafirði sunnudagin, so verður tað helst Elias Rasmussen, sum fer at verja málið.