Ikki aftur nú

Tað tykist nærum ikki vera mark fyri, hvussu óheeppin Todi Jónsson kann vera, tá landsliðsfótbóltur stendur á skránni

Todi

Lens, Frakland: Tað sást alt fyri eitt á eygnabráðnum. Knappliga 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Todi Jónsson royndi at renna bóltin upp í vinstru síðu, tá tíverri alt ov vanliga myndin teknaði seg.
Todi hvepti seg við, og meira enn pína var tað irratatión og vónbrot, sum lýsti úr andlitinum, tá tekin vórðu givin beinkinum. Útskifting var neyðug, og hendan varð eisini gjørd alt fyri eitt. Gaman í fekk Todi lagt innfyri einaferð afturat, men tá hann løtu seinni misti bóltin útav, tá temjast skuldi við bringuni, gekk hann beina leið av vøllinum.

Tveir tímar í gott ár
Tað tóktist ikki vera ivamál um, at talan enn einaferð var um ein av teimum væl kendu vøddaskaðunum hjá Toda, og sjálvur ivaðist spælarin heldur, tá vit á flogvøllinum fingu orðið á hann.
- Eg eri ikki í iva um, hvat hendi. Talan er um eina toygging í lærvøddunum, og tá siga royndirnar mær, at talan verður um ein steðg upp á einar 8-10 dagar, segði vónbrotni spælarin. Stórvegis aðrar viðmerkingar kundi talan ikki gerast um, men tað sást á øllum brøgdum, at hetta ikki var tað, sum var ætlanin.
Fakta er í øllum førum, at Todi bert hevur spælt knappar tveir tímar fyri fótbóltslandsliðið, síðani hann fyri góðum ári síðani segði, at nú var hann aftur tøkur. Tað hevur til tíðir verið mest sum gandakent, at skaðar hava rakt, mest sum hvørja ferð talan hevur verið um landsliðsfótbólt.
Men um ikki annað, so kann roknast við, at Todi verður tøkur aftur, tá leiðin um ein mánað gongur til Ísrael, har seinasti dysturin á árinum skal spælast.