Eitt rættiliga stórt tal av pedagogum møttu til fundin, har eisini val av formanni var á skránni. Valið stóð millum verandi formann, Jarvin Feilberg Hansen (myndin) og avbjóðarin Maud Vang Hansen. Tá til stykkis kom fekk Jarvin 36 atkvøður fleiri enn Maud - 199 ímóti 163. Munurin var sostatt ikki 19 atkvøður, sum vit søgdu í blaðnum í gjár. Jarvin fer nú undir sítt triðja skeið sum formaður í Pedagogfelagnum.