Leygardagin hevði Føroya Pedagogfelag aðalfund sín á Hotel Føroyum. Eitt rættiliga stórt tal av pedagogum møttu til fundin, har eisini val av formanni var á skránni.
Valið stóð millum verandi formann, Jarvin Feilberg Hansen og avbjóðarin Maud Vang Hansen.
Tá til stykkis kom fekk Jarvin 36 atkvøður fleiri enn Maud - 199 ímóti 163. 17 atkvøður vóru blankar.
Munurin var sostatt ikki 16 atkvøður, sum vit søgdu í gjár, men nakað væl størri, nevniliga 36.
Jarvin fer nú undir sítt triðja skeið sum formaður í Pedagogfelagnum.