Stóra svenska innbúgvsketan, IKEA, hevur steðgað allari sølu av lampuni, Smila Stjärna, eftir eina vanlukku í Skotlandi, har eitt barn doyði.
Veggja- og loftslampan hevur verið ein sera væl umtókt barnalampa, og seld eru 23 milliónir eintøk av henni um allan heim.
Tað er vanlig mannagongd hjá okkum, at ein vøra verður tikin av hillunum beinanvegin, so skjótt vit gerast varug við, at hon kann hava verið uppi í eini vanlukku, sigur ein talskvinna fyri IKEA.
Deyðsvanlukkan skal vera hend, tí leidningarnir í lampuni ikki vóru festir ordiliga, men hingu leysir. Og hóast ikki er greitt, um IKEA ella tann, ið hevur hongt lampuna upp, hevur feilin, er lampan altso afturkallað og fæst ikki longur.