Ingvar Kamprad tekur seg úr nevndini í ovasta felagnum í stóru Ikea-fyritøkuni, Inter Ikea, og hann sigur við svensku avísina, Dagens Industri, at hetta er annað stig í einum ættarliðsskifti í konsernini.
Sostatt fer hann úr týdningarmestu nevndini í Ikea-høpi, tí Inter Ikea eigur eitt nú Ikea-vørumerkið. Tað verður Mathias Kamprad, sum er yngsti sonurin hjá stovnaranum, ið tekur yvir sum nevndarformaður.
Hin gamli leggur kortini ikki heilt frá sær, og hann hevur verri enn so slept takinum á fyritøkuni, tí hann verður sitandi í nevndini fyri felagið Interogo, sum eigur Ikea, og hann heldur eisini fram sum ráðgevi hjá nevndini í Inter Ikea.
Afturi í 1943 setti tann nú 87 ára gamli Ingvar Kamprad á stovn fyritøkuna Ikea, sum síðani hevur vaksið seg til eina stóra altjóða fyritøku við 340 handlum kring allan heim.










