Tað hevur leingi verið almenn vitan, at sviin Ingvar Kamprad, sum stovnaði handilsketuna Ikea, var limur í nasistaflokkinum, tá hann var ungur. Men nú avdúkar ein nýggj bók, at hann var eisini virkin í flokkinum, og at hann virkaði fyri at fáa fólk at fara upp í flokkin. Hetta hevði við sær, at svenska trygdartænastan helt eygað við honum, skrivar tíðindakvinnan Elisabeth Åsbrink í bókini "Och i Wienerwald".
Í samrøðu við svenska sjónvarpið vísir Elisabeth Åsbrink á, at Ingvar Kamprad hevur fyrr biðið um umbering fyri, at hann var limur í nasistaflokkinum, og hann hevur eisini sagt, at hann var til reiðar at greiða frá sínari nasistisku fortíð. Hon heldur tað tí vera løgið, at hann ikki hevur sagt nakað um, at hann virkaði fyri at fáa fólk upp í flokkin, og at trygdartænastan helt eygað við honum.
Okkurt bendir á, at tann nú 85 ára gamli Ikea-stovnarin, hevði eisini samband við nasistaflokkin aftan á seinna heimsbardaga. Ingvar Kamprad hevur seinni sagt, at tær hugsjónir, sum hann hevði sum ungur, hevur hann ikki longur.










