Ingvar Kamprad og IKEA fáa Málvirðisløn Norðurlanda 2017 fyri sítt íkast til at gera norðurlendsk orð, vendingar og mentan kend um alla verðina.
Dómsnevndin vísir í síni grundgeving á, at Ingvar Kamprad og Ikea hava ført til, at fólk, bæði í og uttan fyri Norðurlond, hava latið eyguni upp fyri norðurlendskum máli og mentan:
- Í øllum IKEA-vøruhúsum í heiminum borðreiða tey við skandinaviskum rættum, á skiltunum stendur ”Tack” og ”Hej då” og nøvnini á vørunum verða heldur ikki týdd. Soleiðis læra enntá vit í hinum norðurlondunum, at tað eitur lingon, godis og glass, sovdags, tupplur og gäspa á svenskum.
Ingvar Kamprad, sum stovnaði IKEA, er sera fegin um virðislønina.
- Sum ein, sum hevur havt trupulleikar av orðblindni alt lívið, skilji eg væl, hvussu týdningarmikið málið er, kanska betri enn tey flestu.
- Í IKEA hava vit altíð lagt stóran dent á at marknaðarføra tað sermerktra við skandinaviskari mentan og okkara skandinavisku virði. Hetta er kjarnan í virkisskrá okkara og ein partur av tí, sum ger IKEA til tað, tað er í dag – eit væleydnað, heimsumfatandi møbla- og búnýtisvirki.
Virðislønin verður handað í Oslo seinnapartin í dag.