Tropiska ódnin Ike hevur ment seg, og í hvirlunum er vindferðin nú umleið 215 kilometrar um tíman Amerikanski veðurstovnurin sigur, at eftir øllum forsagnum fer tropiska ódnin Ike at raka amerikonsku suðurstrondina týsdagin, og tað er ikki óhugsandi, at býurin New Orleans aftur fer at standa fyri skotum hesaferð.
Ike hevur ment seg og er nú ein ódn í flokki 4. Viðnferðin í hvirlunum er um 215 kilometrar um tímans.
Veðurmenninir høvdu stúrt fyri, at Ike fór at raka Haiti líka meint sum ódnin Hanna, ið kravdi meiri enn 500 mannalív í Haiti fyri nøkrum døgum síðani. Tað vísti seg kortini, at Ike fór norður um Haiti, sum tó ikki sleppur undan gloprarregni, siga amerikonsku veðurmenninir.