Ike er í Hollandi

Tað vóru fleiri, sum bitu merki í, at nigerianski áleyparin hjá NSÍ, Ikechukwu Onyema, ikki var á liðnum, sum mánadagin tapti 3-1 fyri HB í Gundadali.
Hetta setti eisini beinan vegin ferð á søgurnar um, at spælarin skuldi verið rýmdur frá NSÍ, ella at felagið skuldi hava uppsagt sáttmálan, men hesum tíðindum er so einki hald í, verður sagt úr Runavík.
- Tað er soleiðis, at nigerianska U-21 landsliðið tekur lut í eini kapping í Hollandi í næstum. Tí eru vit biðin um at frígeva Ike til hesar uppgávur, og tí kunnu vit ikki nokta fyri.
Soleiðis sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, og hóast tað sjálvandi er ein missur, tá ein vanliga fastur spælari verður burturfrá, so er ikki so nógv at gera við hetta, staðfestir venjarin.
Hvussu leinki NSÍ má vera spælarin fyriuttan, er ikki greitt, men tað verður í øllum førum fram til 18. juni.
- Nú veldst sjálvandi um, hvussu liðið stendur seg. Verða teir slignir út í bólkaspælinum, verður Ike væntandi aftur tann 18. juni. Koma teir hinvegin allan vegin til finaluna, so er hann burtur til 2. juli, upplýsir NSÍ-venjarin.