Aðrastaðni her á in.fo kann lesast um, at IHF hevur tikið avgerð um, at vinnarin av oceaniska bólkinum – har spældi vann Australia seg víðari í kapping við Ný Sæland – í framtíðini skal spæla enn ein undankappingardyst. Hetta tí IHF metir, at atgongdin til HM-endaspælið annars verður ov løtt hjá t.d. Australia.
Lesið eisini: Jan og Australia útihýst
Jan Ottosen hevur verið landsliðsvenjari hjá Australia, og hann er samdur í, at hetta er rætti hátturin at skipa undankappingina.
- Tað er púrasta rætti mátin at skipa undankappingina uppá, skrivar Jan Ottesen á vangamyndina hjá bólkinum, Hondbóltskjak, men hann leggur afturat, at hetta á ongan hátt kann gerast afturvirkandi.
- Trupulleikin er bara, at IHF framvegis tekur sær rætt til at koyra eitt lið út, sum longu hevur vunnið rættin at spæla í endaspælinum. Bara tí IHF consul ikki metir, at liðið er nóg sterkt, sigur Jan, sum heldur tað vera púrasta burtur úr vón og vit, at tað ber til at døma aftureftir, um tað ber til at siga so.










