Igor slapp við skrekkinum

Talan er ikki um blóðpropp, ið ger at Team Klaksvík spælarin ikki fekk spælt

Igor Petrikeev spælir helst aftur longu leygardagin, hóast vandi var fyri, at hann hevði blóðpropp. Igor, sum kom til Team Klaksvík undan hesum kappingarárinum, hevði trupulleikar í fyrsta dystinum. Einki blóð kom til høgru hond, og í hálvleikinum var hondin blá. Eftir at hava verið hjá lækna vóru boðini, at Igor møguliga hevur blóðpropp.

 

-       Igor hevur verið til CT skannara í dag og tikið myndir av arminum. Einki var at síggja á yvirarminum, meðan myndirnar av undirarminum og hondini eru óklarar. Tær eru tí sendar til Danmarkar til eftirkanningar, sigur Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík.

 

Bakkurin, sum kemur úr Moldova, hevur annars fingið tað betri í dag.

 

-       Vit sendu Igor til kraniusacralterapeut í gjár. Tað hjálpi. Hondin hevur nú vanliga farvu og Igor hevur fingið hita í hondina aftur. Igor er takksamur fyri viðgerðina, sigur Heri Johnsson.

 

Igor kennir nógv trýst á sær, og tí hevur hann verið frustreraður av skaðanum.

 

-       Hann hevur verið ótrúliga keddur,óður og frustreraður av skaðanum, tí hann kennir á sær, at fólk vænta nógv av honum. Í dag er lagið tó gott aftur, sigur formaðurin í Team Klaksvík fegin á málinum.

 

Tað kom sum ein kvøkkur, tá lækni vildi hava Igor á sjúkrahúsið í skundi, tí hann var bangin fyri, at talan kundi verða um blóðpropp.

 

-       Vit hava ongantíð hildið, at talan var um blóðpropp, men heldur um at okkurt hevur sitið í klemmu og ávirkað blóðrenslið til armin. Helst hevur tað sitið í nakkanum, sigur Heri Johnsson.

 

Sostatt er líkt til, at Team Kalksvík fær gleði av Igor til dystin leygardagin.

 

-       Hann fær viðgerð hesa vikuna og spælir vónandi leygardagin, sigur Heri Johnsson at enda.

 

Team Klaksvík spælir leygardagin móti StÍF.