Spurdur um hví vitjanin hjá IGA-forsetanum, Jørgen Petterson er komin í lag, svarar ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen.
- Tað er soleiðis, at á seinasta aðalfundinum hjá IGA, tá tosaði eg við Jørgen Petterson um møguleikan at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya í 2021. Ùt frá tí helt Jørgen Petterson sjálvur, at tað var best, at hann á vitjan her í Føroyum, so kundi fáa innlit í hallar- og vallarviðurskiftini, og gistingarmøguleikarnar í Føroyum. Tað er longu nógv broytt síðani Jørgen Petterson var her fyri 10 árum síðani. Endamálið við vitjanini hjá Jørgen Petterson er eisini at koma í tal við teir politisku myndugleikarnar, so Jørgen Petterson fær eina fatan av, um hetta er nakað vit veruliga vilja, ella nakað, sum vit bara ganga og siga, at vit vilja hava oyggjaleikirnar í 2021, slær ÌSF-forsetin fast
Ein ábyrgd at hýsa leikunum
Petur Elias Petersen heldur, at Føroyar hava eina ábyrgd at royna at hýsa oyggjaleikunum aftur.
– Vit kunnu ikki bara luttaka og njóta gott av øðrum, og krevja góðar gistingarmøguleikar, staðfestir Petur Elias Petersen. Umsóknin um at sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2015 skal verða handað altjóða oyggjaleikasambandinum í seinasta lagi seks ár áðrenn, also í 2015. Petur Elias undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at almennu Føroyar spæla við í royndunum at fáa leikirnar henda vegin. Petur Elias vónar, at tað fer at røkka at gera fleiri av okkara bestu skúlum um til góð gistingarstøð. Tað hevði lætt nógv um tað fíggjarliga trýstið, um ein slapp undan at leiga eitt dýrt ferðamannaskip til endamálið.









