Eftir niðurflytingina úr bestu deildini síðsta heyst hevur tað gingið sum eftir ánni hjá ÍF. Tí var tað óvæntað og eitt sindur av vónbroti, tá ið tað 2. páskadag endaði 2-2 á heimavølli ímóti B71, eftir at ÍF annars hevði vunnið fulla úrtøku.
Í dag var talan um stóra avbjóðing, tá ið ÍF var í Klaksvík, men tað spældi væl av hjá gestunum, sum fóru undir aftur fjørðin við øllum stigunum. ÍF vann 3-1, og tað var ikki fyrr enn eitt lítið korter undan leikloki og tveir minuttir eftir at ÍF hevði skorað til 3-0, at KÍ minkaði um munin.
ÍF liðformaðurin Karl Løkin, sum týsdagin fylti 31 ár, setti hol á í 7. minutti, og fimm minuttir seinni økti ein annar av veteranunum, 31 ára gamli Dánjal á Lakjuni, um munin til 2-0. Tá átti Gundur E. Petersen uppleggið.
Í 74. minutti átti Gundur E. Petersen aftur uppleggið, tá ið Jóhan Petersen økti um ÍF leiðsluna til 3-0, og so var tað tveir minuttir seinni, at Ari Mine Jacobsen minkaði um munin eftir upplegg frá Jóhan Waag Høgnesen.
ÍF er topplið við 16 stigum fyri seks dystir. Um eina viku fer ÍF at spæla í Gundadali ímóti HB.
KÍ hevur 10 stig fyri seks dystir. Í dag vardi Meinhardt P. Joensen KÍ málið, og millum tir á vøllinum vóru Símun Kalsø, Olaf K. Hansen, Tóki á Lógv og Jákup N. Vilhelmsen, sum allir eru ungir spælarar, ið viðhvørt eru á listanum hjá besta liðnum.
Fríggjadagin fer KÍ at spæla á útivølli ímóti TB.