B36 er framvegis ósigrað, og B36 er nú uppaftur betri trimmað í kappingini um FM heitið. Teir vera neyvan allir millum teir fyrstu ellivu, men Odmar Færø, Rógvi Poulsen og Adrian Cieslewicz eru nú allir B36 spælarar.
B36 spælararnir dylja ikki, at teir eru vónbrotnir, eftir at 2-0 leiðsla ímóti HB síðsta sunnudag varð vend til 2-2.
-Vit ætla okkum í summarfrí sum ósigraðir. Tað var týdningarmikið, at vit ikki taptu ímóti HB, og at fjarstøðan aftur til HB harvið framvegis er fimm stig, og hesa leiðsluna fara vit vónandi at megna at varðveita, sigur B36 veteranurin Hanus Thorleifsson.
Fyrr í ár vann B36 sannførandi 5-2 sigur í Fuglafirði. Tølini siga, at ÍF ofta stendur seg væl í Gundadali. Í fjør endaði fyrri dysturin í Gundadali 2-2, og sjálvan ólavsøkuaftan megnaði ÍF at vinna 2-1 á B36 í Gundadali. At ÍF framvegis megnar at geva teimum fremstu mótstøðu sást, tá ið uppgerðin í Fuglafirði ímóti HB 1. juni endaði 2-2.
-At vit sunnudagin megnaðu 2-2 í Runavík er gott úrslit, men javnleikirnir telja ikki so nógv. Vit fegnast um, at vit tvær ferðir megnaðu at svara aftur, og eg haldi, at vit nú eru munandi stinnari, enn vit hava verið. Men tað eru fleiri onnur eisini, og harvið verður tað tætt og spennandi, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.
Einasta ivamálið hjá ÍF er Jan Ó. Ellingsgaard. Vongverjin í vinstru hevur verið plágaður av vøddaskaða.