ÍF skal spæla á Tórsvølli

Í annaðkvøld spælir ÍF seinna dystin móti finska liðnum Mypa 47.

Hóskvøldið klokkan 19:00 spælir ÍF seinna dystin í Europa League móti finska liðnum Mypa 47. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli og ikki á Svangaskarði, sum fleiri kanska annars høvdu hugsað.

 

ÍF spældi fyri einari viku síðani tann fyrra dystin móti Mypa í Finnlandi og tá tapti ÍF 1-0. Tí er útgangsstøðið hjá ÍF gott til heimadystin.

 

ÍF – Mypa 47 á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19:00.