Fyri stuttari tíð síðani bleiv Jákup Mikkelsen kunngjørdur sum nýggur venjari hjá ÍF, og hevur hann higartil staðið á odda fyri liðnum í tveimum dystum. Longu nú er longu greitt, at fyrrverandi landsliðsmálverjin bert verður á síðulinjuni hjá ÍF í teimum báðum síðstu dystunum, sum resta í áðrenn kappingarlok.
Orsøkin er, at Jákup Mikkelsen ikki hevur A-venjaraprógv, og hetta krevur FSF, at ein venjari í Effodeildini hevur. Jákup Mikkelsen sleppur tó at vera venjari hjá ÍF restina av kappingarárinum, tí at lógirnar siga, at ein fyribils venjari kann standa við stýrisvøllin í 60 dagar uttan A-prógv.
Nevndin hjá ÍF arbeiðir miðvíst við at finna nýggjan venjara til komandi kappingarár, og tað tykist at vera rættiliga greitt, at felagið veit, hvønn venjara teir ynskja.
- Vit eru nær við at seta nýggjan venjara. Vit satsa upp á at hava venjaraspurningin avgreiddan, tá ið okkara síðsti dystur verður spældur 3. oktober. Okkara ætlan er at kunngera nýtt venjaratoymi á okkara ársveitslu, sum eisini er 3. oktober, segði Leif André Eliasen, formaður hjá ÍF, í samrøðu við Sosialin mánadagin.
Formaðurin varskógvar eisini, at tað fara at henda stórar broytingar í felagnum. Gongdin í felagnum tey seinastu árini hevur ikki verið nakað at reypa av, og úrslitini í ár hava ikki verið nóg góð.
- Sum heild ætla vit at gera rættiliga stórar broytingar í ÍF. Serliga er tað bygnaðurin í felagnum, sum skal broytast. Tað hevur ikki verið nóg gott seinastu árini, har felagið millum annað hevur roynt at keypt seg til góð úrslit, og tað hevur ikki riggað. Vit hava havt nógv innanhýsis prát í felagnum um at fáa alt at rigga betri til komandi kappingarár. ÍF hevur tørv á einari stórari endurskipan.
- Hetta hevur verið eitt miseydnað kappingarár hjá okkum. Okkara upprunaliga mál var at gera tað betri enn í fjør, tá ið vit endaðu á sjeynda plássi. Í løtuni eru vit nummar seks, men til dømis hevur tað ikki gingið alt ov væl hjá HB og KÍ, men kortini eru tey feløgini langt frammanfyri okkum. Tað er har uppi, at vit burdu verið. Vit høvdu viljað verið har uppi og barst um pláss til Europa League, segði Leif André Eliasen at enda í samrøðu við Sosialin mánadagin.










