ÍF meistarar hittast í dag

FM vinnararnir í 1979 eru í dag savnaðir í Fuglafirði fyri fyrstu ferð í 35 ár

Í føroyskum fótbólti og serliga í Fuglafirði er 1979 serstakt ár. Fyri 35 árum síðani vann ÍF fyrsta og higartil einasta FM heitið í fótbólti til Fuglafirðar. Hetta var samstundis fyrsta FM heitið, sum varð vunnið av felag í Eysturoy. Síðani hava GÍ (6), B68 (3) og NSÍ (1) eisini verið meistarar.

Teir, sum mannaðu ÍF liðið í 1979, hava sett hvørjum øðrum stevnu í dag. Teir hittust til morgunmatar á Muntra klokkan 10. Har fara teir so at hugna sær, og eftir døgurða fara teir niðan í Fløtugerði, tá ið ÍF 2014 fer at spæla ímóti AB.

-Vit hava ofta tosað um at hittast aftur, men tað er ongantíð vorðið til nakað. Nakað herfyri gjørdu vit av, at tað skuldi vera í dag. Vit vunnu FM 30. september, tá ið vit á heimavølli vunnu 3-1 á B36. Kanska hevði tað verið nátúrligt at bíða við at hittast til síðst í september, men tað vísir seg ofta at vera trupult at savna fólk, og nú tá ið tað vísti seg at liggja fyri hjá øllum, so gjørdu vit at, at tað skuldi vera í dag, sigur Meinhardt Dalbúð, sum var ein at ÍF spælarunum í 1979.

 

 

ÍF kappaðist við TB um FM heitið.  Kappingin var 14 umfør, og endastøðan var, at ÍF vann FM við 25 stigum, meðan TB vann 24 stig. ÍF vann 11 dystir, og tríggjar ferðir endaði tað javnt. Málmunurin var 34-9, og Meinhardt Dalbúð var toppskjútti hjá ÍF og í landskappingini hetta árið fyri 35 árum síðani!