ÍF leitar eftir nýggjum málverja

Uros Stojanov biður í kvøld fuglfirðingum farvæl

Grannauppgerð verður í kvøld í Fløtugerði í Fuglafirði. Víkingur – uttan leikbannaða liðformannin Atla Gregersen – verður gestur hjá ÍF, ið hevur tríggjar av lyklaspælarunum, sum sunnudagin vóru leikbannaðir, tøkar aftur: Jan Ó. Ellingsgaard, Jens Joensen og Karl Løkin. Bogi Reinert Petersen verður ikki við í kvøld, tí hann er leikbannaður.

 

Tá ið ÍF 9. mai var í Sarpugerði, endaði tað við 5-1 heimasigri.  

 

Martin Danielsen hevur vart ÍF málið síðani Jákup Nolsøe Olsen breyt eitt bein í fótinum. Martin er hondbóltsspælari á Strondum, og ætlanin var, at hann í ár skuldi vera eykamálverji hjá ÍF – fram til summarsteðgin. Hann er fyrst og fremst hondbóltsspælari, og dysturin í kvøld verður tann síðsti hjá honum í ÍF málinum í hesum umfari.

 

Í Fuglafirði vita teir ikki enn, um Jákup Nolsøe Olsen verður klárur eftir summarsteðgin. Annars verður neyðugt hjá ÍF at finna annan málverja. Í fjør vardi Milos Budakovic ÍF málið, inntil hann breyt seg sundur. Í vetur skrivaði hann undir sáttmála við AB, men enn hevur hann ikki verið í AB málinum.

 

Í fjør var Uros Stojanov toppskjútti bæði hjá ÍF og í føroyskum fótbólti, har hann saman við Klæmint A. Olsen hjá NSÍ var ovast á máltindinum við 17 málum. Higartil í ár hevur Uros Stojanov skorað seks mál. Næstbesti ÍF málskjúttin er Bogi Reinert Petersen, sum hevur skorað tvey mál.

 

Í kvøld fer Uros Stojanov eftir øllum at døma at umboða ÍF fyri síðstu ferð. Tað sigst, at B36 hevur keypt hann frá ÍF, har hann annars var sáttmálabundin fram til kappingarlok 2022.

 

 Sámal Joensen er darvaður av skaða í knænum.

 

ÍF – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.30.