ÍF hevur takið á AB

AB vitjar í Fuglafirði í dag klokkan 17.00

Fuglfirðingar hava fingið fult í øllum trimum uppgerðunum ímóti AB, sum bæði í Fuglafirði og á Argjum kendi seg hava betri uppiborið.

-Nú hava vit tríggjar ferðir fyrr í ár tapt tepurt fyri ÍF. Allar ferðirnar hevur tað verið tætt, og vit hava ikki havt marginalirnar við okkum. Vit eru sera spentir at hitta ÍF enn eina ferð. Vit rokna við, at tað aftur hesa ferð verður talan um tætta uppgerð, og nú vóna vit, at tað fer at koppa okkum til fyrimunar, sigur AB venjarin Sámal Erik Hentze.

Undanfarnu tríggjar ferðirnar hevur liðið hjá honum verið plágað av nógvum skaðum. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Allir AB spælararnir eru tøkir, og tað er kapping um plássini.

Tvær ferðir hava liðini dystast í landskappingini og eina ferð í steypakappingini: Fyri einum lítlum hálvum ári síðani – 9. mars – var fyrsta umfar í ársins landskapping. Tá hevði ÍF vitjan av AB. Úrslitið var 2-1 heimasigur. Innskifti Bartal Eliasen skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Argjamenn harmaðust almikið, tí teir hildu seg hava betri uppiborið.

Summarmáladag, 14. apríl, hittust liðini á Argjum. Tað var í steypakappingini, og ÍF vann 2-1. 

18. mai var 10. umfar á skránni.  Tá hevði AB vitjan av ÍF. Gestirnir fóru avstað við 1-0 sigri. Høgni Madsen skoraði málið, tá ið ein tími var farin, og argjamenn harmaðust, tí teir hildu seg hava betri uppiborið. Inntil tá hevði AB ongan dystin vunnið, og kósin kendist vera ímóti niðurflyting.

Síðani reisti AB seg, og eftir 5-1 lúsing ímóti HB spældu teir átta dystir uttan at tapa. Fyri fjúrtan døgum síðani fekk AB einki burturúr í Gundadali ímóti B36.

 -Tað er einki annað at gera enn at seta seg aftur á hestin, og nú fara vit eftir stigi og sigri í Fuglafirði, var staðfestingin hjá argjamonnum, sum nú eru á sjeynda plássi og hava sjálvsálit. Manningarliga eru teir eisini væl betri fyri, enn teir vóru, tá ið teir fyrr í ár taptu tepurt fyri ÍF. Allir spælararnir eru tøkir undan ferðini norður til Fuglafjarðar.

ÍF er framvegis næstfremst. Fyri tveimum vikum síðani syrgdi Dánjal á Lakjuni fyri 1-0 sigri við Stórá í Trongisvági. Sama dag misti HB tvey stig í Klaksvík, og harvið eru fjarstøðan hjá ÍF og fram til oddasessin aftur sjey stig.

 -Vit eru sera væl nøgdir við gongdina, og vit ætla at arbeiða fyri at røkka so langt, sum tað ber til. Vit kunnu ikki annað enn savna okkum um okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, hevur Albert Ellefsen, ÍF venjarin, sagt.

Hanus Thorleifsson er givin í Fuglafirði, veit nordlysid.fo at siga frá ÍF. Aleksandar Jovevic er skaddur, og nýggi U-21 landsliðsspælarin Leivur Joensen er leikbannaður. Fýra ÍF spælarar eru farnir av landinum fyri stuttum, men teir vera allir við ídag. Teir eru Øssur Dalbúð, Jan Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen og Heri Nesá.

ÍF-AB: Dagfinn Forná leygardagin klokkan 17.00.