Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum í hondbólti hava aftur skelkað hondbólts-Danmark.
Oddaliðið í donsku 2. deild, IF Stadion hevði eina á pappírinum "yvirkomuliga" uppgávu ímóti ÍF Føroyum, sum spælir tvær deildir lægri enn IF Stadion. Talan varð um dyst í fjórða umfari í donsku steypakappingini. Dysturin var leiktur í Sundbyhøllini.
ÍF Føroyar milt sagt flongdi IF Stadion við einum knúsandi 35-21 sigri. Sambært Netavisen komu føroysku útisetarnir á odda 9-3 tíðliga í dystinum, og frá tí løtuni gekk spakuliga verri og verri hjá IF Stadion, sum nú má fokusera uppá at halda oddasessin í 2. deild.
Í fimta umfari í donsku steypakappingini skulu føroysku útisetarnir møta einum liði úr næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Talan verður um higartil størstu uppgávuna hjá føroyska útisetaliðnum, sum higartil hava prógvað í donsku steypakappingini, at teir eru ársins "Giant Killers".
(Mynd: mittfo.dk)