ÍF Føroyar Fimleikur er sælendskur meistari

Føroysku fimleikarakvinnurnar hava júst vunnið ein sannførandi sigur til Sælandsmeistaraskapið

Føroysku fimleikarakvinnurnar hava júst vunnið ein sannførandi sigur til Sælandsmeistaraskapið í 3.deild. Kvinnurnar, ið umboðaðu ÍF Føroyar Fimleik eru væl nøgdar við avrikið. 

 

- Tað gekk væl. Tónleikurin var tó eitt sindur seinur, og tískil vóru vit ikki heilt líkar í støðum. Tað gekk ordiliga væl tekniskt, men vit kunnu altíð betra okkum, sigur nýggi Sælandsmeistarin, Ruth Smith. 

 

Hóast føroysku kvinnurnar allar hava íðkað estetiskan fimleik á høgum støði, er støðið væl lægri í donsku triðju deild, Ruth Smith. 

 

- Orsakað av, at vit bert kappast við teirri fríu seriuni, skulu vit kappast í triðju deild. Har er støðið ikki so høgt. Tað er tó hækkað seinnu árini alíkavæl. Um vit samanbera við fríu seriuna við tær, ið vórðu framførdar í 1.deild, so eru vit við í oddinum, sigur Ruth Smith, sum er fegin um gullmedaljuna. 

 

1.deild er ikki liðug at framføra enn, og tískil ber ikki til at staðfesta enn, um føroysku kvinnurnar høvdu bestu fríu seriuna á Sælandi.  

 

Úrslitini hjá ÍF Føroyar Fimleiki gjørdust hesi: 

Tekniskt: 4,63, Listarligt: 2,95 og framførslan: 6,90. 

 

Espergærde gjørdist nr.2 við 12,9 stigum, og Sorø nr.3 við 10,92 stigum.