Í kvøld fóru fuglfirðingar úr Klaksvík og umvegis Norðoyatunnilin og Leirvík og stutta teinin um Varmakeldueið og til Fuglafirðar. Í viðførinum høvdu teir 1-0 sigur ímóti teimum næstbestu hjá KÍ og trý stig. ÍF er næstfremst – eitt stig aftanfyri TB sum hevur spælt ein dyst fleiri enn ÍF.
Fuglfirðingar eiga útsettan dyst á útivølli ímóti B71. Tann dysturin er ásettur at vera 6. september. Leygardagin 3. september verður næstbesta liðið hjá B36 gestur í Fuglafirði, og so fara fuglfirðingar suður at vitja B71 týsdagin 6. september.
Um tað fer at eydnast ÍF at vinna hesar báðar dystirnar, so verður ÍF topplið, tá ið tað verður farið undir seks tey seinastu umførini. Tað er ikki avgjørt, men eingin ivast í, at tað vera ÍF og TB, sum fara at flyta upp í bestu deildina. Spurningurin er, um tað verður TB, ella tað verður ÍF, sum fer at vinna næstbestu deildina.
Í dag var tað Rúnar Johnsson, sum 20 minuttir undan leikloki legði Alex Jovevic og hansara menn á odda. Hetta var fjórða ferðin, at 18 ára gamli Rúnar Johnsson var málskjútti í ár. Uppleggið í dag átti Gundur E. Petersen.
Hjá KÍ hevur tað verið soltið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Klaksvíkingar hava einki mál skorað, síðani teir 4. august vunnu 3-1 á heimavølli ímóti HB. Síðani hava teir tapt tríggjar ferðir – 4-0 í Fuglafirði, 1-0 í Gundadali ímóti HB og so 1-0 í kvøld í Klaksvík ímóti ÍF.
Næsti dystur hjá KÍ verður annan sunnudag á útivølli ímóti Undrið FF.