ÍF er føroyameistari

Fuglfirðingar vunnu í kvøld sannførandi sigur í seinnu FM finaluni

Seinna FM finalan í mansflogbólti hevur í kvøld verið leikt í høllini á Hálsi. ÍF hevði sokallaðan match-bólt til dystin í kvøld, tí teir vunnu fyrru finaluna 3-1, ið varð leikt sunnudagin.

 

Og aftur í kvøld var talan um sannførandi avrik frá fuglfirðingum.

Hjá ÍF var eingin slingur í valsinum, tí úrslitið av dystinum gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur til ÍF.

Settúrslitini í dystinum vóru 25-15, 25-22 og 25-23.

 

Hetta er triðja árið á rað at ÍF er føroyameistari í mansflogbólti. Greipuna fingu teir tó ikki í ár, tí fyri gott og væl tveimum mánaðum síðani taptu fuglfirðingar steypafinaluna ímóti SÍ.