ÍF boðar frá á Facebooksíðu felagsins: - Starvsnevndin skal boða frá at, Ítróttarfelag Fuglafjarðar og venjaratoymið, Alexandar Jovevic og Bartal Eliasen, eru vorðin samd um at enda samstarvið.
ÍF takkar Alexandar og Bartal fyri tíðina og ynskja teimum alt tað besta framyvir.
Arbeiðið at finna nýtt venjaratoymi til besta mansliðið er farið í gongd. Skrivar ÍF.
ÍF hevur einki stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar í Betrideildini, og teir hava málúrtøkuna 1-24. Teir hava sostatt í miðal latið inn 4,8 mál pr. dyst, og hava í miðal bert skotið 0,2 mál pr. dyst.