Ideologiskir politikarar eru keðiligir

At tað tykist sum at tað bert er ruðuleiki og kaos í politiska landsslagnum er helst tí at takka, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi. – Ein ideologiskur politikari er keðiligur fyri miðlarnar, og skal tú síggjast, má tú ganga úr takt, sigur Jørgen Niclasen

Hvonn Live

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



- Tað hevur helst ávirkað nógv, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi. Har eru løgtingslimir, sum duga at síggja, at skulu teir kunna profilera seg, so mugu teir ganga úr takt. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.


Í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið varð stórur dentur lagdur á spurningin, um nøkur kós er at hóma í føroyskum politikki, ella talan bert er um kaos og retorikk uttan innihald.

Hesin spurningur varð lagdur fram fyri formonnunum í trimum av teimum stóru flokkunum, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin og Høgna Hoydal fyri Tjóðveldi.


Jóannes Eidesgaard, sum er tann mest royndi av teimum trimum, slapp at leggja út. Hann helt við, at allar samgongur hava eina kós, sum eftirtíðin so má vísa, um teir hava rokkið kósini, ella um kósin var røtt. Hann helt heldur ikki, at ruðuleikin í politiska landslagnum er verri nú, enn hann hevur verið fyrr.


- Kaos er eitt orð, sum fjølmiðlar og andstøða kunnu lukrera uppá. Men tað er einki óvanligt í at flokkar eru ósamdir sínamillum, bæði millum andstøðu og samgongu, inni í samgongum ella eisini í sama flokki. Tað er ikki verri nú, enn tað hevur verið fyrr, og sitandi samgonga er ikki í kaos, segði Jóannes Eidesgaard.



Mugu ganga úr takt

Flokksformennirnir eru at kalla samdir um, at orsøkin til at tað tykist sum, at ruðuleiki valdar er, at Føroyar nú eru eitt valdømi.


Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ásannaði, at tað eru politikarar í Løgtinginum sum mugu vísa, at teir eru til.


- Ein ideologiskur politikari er keðiligur fyri fjølmiðlarnar, og fjølmiðlarnir dyrka ósemjur, og serliga tá tær eru millum persónar í sama flokki.


Serliga vísti hann til forsíðugreinina á Sosialinum fríggjadagin, har Magni Laksáfoss segði ,at hann var útifrystur úr sambandsflokkinum.


- Tað vísir seg sum at skal man síggjast, so má man ganga úr takt, og tað dyrka fjølmiðlarnir. Men orðaskiftið í miðlunum er nógv harðari enn innanveggja, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.