- Mær dámar væl mentanarálitið. Mær dámar tað, sum stendur at lesa, sigur Birita Mohr, sjónleikari, tá hon verður spurd, hvussu henni hóvar nýggja mentanarálitið, ið er lagt fram av mentanarpolitiska myndugleikanum.
- Hetta er eitt forleingilsi av tí álitinum, sum kom í 1996, og sum vit sjálvi vóru við til at orða, so eg kann ikki annað, enn taka undir. Her er tað kanska meira ítøkiligt og tøl eru sett á. Tosað verður um Tjóðpall Føroya , sum arbeitt verður fram ímóti, og tað er jú tað, sum vit hava droymt um, sigur Birita, sum var ein teirra, sum legði lunnar undir føroyskan yrkisleik, tá Gríma legði til brots í sjeytiárunum, og hon er ein teirra, ið hevur hildið á, hóast leiðin hevur verið ótrygg og mangan baldrut.
- Vit hava 25 ár á baki í ár, so ein hevur nýtt nógva tíð, orku og hugsanir uppá hesi viðurskiftini, sigur Birita, sum er sera væl nøgd, nú álitið kemur frá politiska myndugleikanum sjálvum.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Idealisman farin
Spurd, hvørt hugsanirnar í álitinum eru realistiskar, sigur Birita, at fyri yrkissjónleikin er hetta alneyðugt.
- Sum er meti eg, at vit hava trupulleikar við at menna tað, vit fáast við. Fólk fella spakuliga frá, tí praktiskt og fíggjarliga letur tað seg ikki gera at vera yrkissjónleikari í Føroyum. Tað er spell, um tað sum vit hava bygt upp í 25 ár ikki verður loftað og fær tryggjað eitt grundarlag so fólk kann liva av tí. Nýtt fólk skal til, sigur Birita.
- Vit hava jú í stóran mun arbeitt nógv útfrá idealistiskum sjónarmiðum. Tað hevur verið neyðugt. Men tað er ein farin tíð, tað fáa vit ikki ungfólk í dag til, sigur Birita Mohr.
- Yngsti leikari í Grímu í dag er 32 ár. Hetta er alt ov høgur miðalaldur fyri manningina í einum leikhúsi, okkum tørvar ung fólk, fólk sum hava verið í útlondum og ment seg innan øki, - vit mugu hava tey heim so vit fáa nýggjar orku streymar úr stóru verð. - Vit gomlu í Grímu hava jú verið undangongufólk, pionerar, og tá leggur ein jú nógv fyri. Vit hava lagt fundament, og víst, at yrkisleikur er neyðugur um sjónleikur skal mennast nú haldi eg at tíðin er komin til at teir polistisku myndugleikarnir taka um endan og gera tað, sum gerast skal, sigur Birita.
Mohr.
Hongur ikki saman
<o:p></o:p>
- Løgtingsval nærkast. Og vit vóna eitt positivt val, sæð við mentanarligum eygum, sigur Birita Mohr, ið sum yrkislistafólk hevur gjørst sær nógvar hugsanir um hesi viðurskiftini.
- Eftir nógv ára heimloysi. hevur yrkissjónleikur nú fingið eitt sjónleikarhús, Meiaríið. Tað er eitt veruligt lop. Vit hava eina leiðslu, ið er professionell. Tað merkir her eisini, at tey eru sett í starv. Hetta er okkara leikhús.
So eru vit eini 8 10 sjónleikarar, ein kjarni, í Føroyum, sum eru í leysaru luft, so at skilja, at vit eru virkin sum sjónleikarar, tá peningur er og leikætlanir eru á skránni.
Vit eru ikki sett í starv nakrastaðni. Vit kunnu ikki taka nakað annað fast starv, tí so missa vit møguleikan fyri at gera tað, sum er okkara yrki, at spæla sjónleik.
So vit royna so vítt gjørligt at verð leys, so vit eru til taks tá peningur er til at seta eitt leikverk í gongd. Hetta er ógvuliga torført og uppslítandi, sigur Birita.
<o:p></o:p>
- So, tað okkum vantar, er at ein kjarni verður settur í starv, so ein veit, at hesi fólkini eru har. Eg skal ikki siga, hvussu leingi starvsetanirnar skulu galda. Tað skal ikki vera uppá lívstíð, tí tað er m.a. tað, ið køvir leikhús í londum kring okkum, metir Birita Mohr.
Men um allir dreymarnir ganga út, er so ikki vandin til staðar, at tit sovna?
- Nei! Tað, ið umræður, er at fáa nakrar árslønir, so ein hevur ein fastan kjarna at halda seg til. Nú er eingin. Og roknast kann ikki við, at fólk eru tøk, tí tey fartast runt, fyri at lívbjarga sær. Vit eru jú ikki so nógv og tað kann ikki bert vera vit, ið leika, vit mugu alla tíðina lána sjónleikarar frá áhugafeløgunum. Lat okkum siga, at eini 5 fólk verða sett í senn. Og tað skal ikki verða tey somu alla tíðina, sigur Birita Mohr, sum tó ikki vil leggja seg meira ítøkiligt útí, hvussu farast skal fram viðvíkjandi starvstíð og øðrum.
- Men tað skal vera flyting í og síðani kunnu starvslønir eisini koma afturat, metir Birita.
- Hetta er dreymurin og hann er ikki so ógvusligur, metir Birita.
- Sjónleikaraarbeiði er annað, enn bert at standa á palli. Nógv praktiskt er at gera í samband við ein leik og sjálvt leikhúsið skal haldast við líka, smærri tiltøk setast í verk og listarliga skal ein skal ein sjónleikari eisini halda seg viðlíka. Allir hesin parturin koyrir enn uppá idealismu, annars steðga ætlanir og vit sjálvi jú upp, vísir Birita Mohr á.
<o:p></o:p>
Skelkandi framløga á tingi
Birita Mohr fegnast um, at hóast fleiri álit eru komin seinnu mongu árini, so er hetta fyrstu ferð, at eitt álit er komið á tingborð.
Men tó er ikki bert orsøk at fegnast. Birita fylgdi við áhuga framløgu og viðgerð, tá mentanarálitið kom fyri í Løgtinginum.
- Tað var positivt, um ein hugsar um Tjóðveldisflokkin, ið jú hevði lagt álitið fram, og eisini var sera góður uppbakningur frá Katrini Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum. Restin var sera deprimerandi. Tey høvdu ikki sett seg inn í tað, sum stendur í álitium og alt druknaði í tvætli og umberingum um, at tey høvdu ikki havt tíð og so framvegis, harmast Birita Mohr, ið metir hetta verða sera óseriøst, og nakað, ið ikki kann takast í álvara.
- Eg gjørdist í hvussu er skelkað av tí lítlu virðing, ið tingfólk vístu bæði fyri Føroya Løgtingi og fyri listini í Føroyum, greiðir Birita Mohr frá.
- Har vóru jú menn sum settu spurnartekin við førleikan hjá føroyskum listarfólki, sera óbehagiligt - eftir hendan eina dag, sum áskoðari og lurtari í Føroya Løgtingi, má eg siga, at eg seti stórt spurnartekin við førleikan hjá fleiri av landsins kosnu monnum.
<o:p></o:p>
Skifta tingmanning út
Men Birita hevur vónina um, at nú fer okkurt at henda.
- Tíðirnar eru so sera góðar nú, at verður tað ikki nú, so verður tað ongantíð. Vit eiga politikarar, ið stuðla okkum, sigur Birita Mohr, ið eisini viðurkennir, at mentan er sera ósjónlig í føroyska samfelagnum og ikki vigar nógv, tá um valstríð ræður.
Hon metir, at vit eru ikki komin so nógv longur og at vit eru afturúrsigld samanborið við lond, sum vit plaga at sammeta okkum við.
- Tað hevur kanska ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at menna listina, hugsar ein t.d. um olju og um útlendsku árinini, sum eru vorðin ein partur av gerandisdegi okkara, metir Birita Mohr.
- Mær dámar ikki at grenja, men eg kenni tað, sum eg sigi tað sama , sum fyri 10-20 árum síðani. Eg vóni, at vit fáa skift ein stóran part av tingmanningini út, so vit fáa eina manning, sum hevur sjónarmið, ið hóska betri til okkara samfelag í dag, vónar Birita.
Spurd, um føroyski veljarin kanska heldur ikki er so at sær komin viðvíkjandi mentan og politikki, sigur Birita, at kanska er tað so.
-Men so má sigast, at mentan og list er ikki nakað sum selur í einum valstríði. Men veljarin er farin at ganga nógv til sjónleik tey síðstu árini, tað er púra givið.Vit fáa ótrúliga góða móttøku og uppbakning frá okkara áskoðarum, sum vaksa í tali og serliga eru tað ungfólk, sum økjast í áskoðarafjøldini, og tað er gleðiligt, sigur Birita Mohr.
- Nógv ung ganga til sjónleik, og tað er nakað nýtt, sigur Birita, ið eisini vísir á, at mentanin er við at broytast og at fólk t.d. eru farin at ganga meira út til tiltøk og á matstovur, og hetta krevur, at ein hevur sjónleikir og annað á skránni, sum kann stuðla undir eitt spennadi býarlív, metir Birita.
- Vit hava eisini lagt dent á barnaleik og hava ferðast sera nógv runt í Føroyum. Men hetta hava vit ikki ráð til longur og tað er sera spell, tí her venur ein unga ættarliðið við leik, og mennur líkasum nakað annað hjá børnum, sigur Birita, og viðgongur, at hervið er eisini ein stórur partur av ungu áskoðarafjødini uttanfyri miðstaðarøkið, ið ikki fær lut í teimum tilboðum, ið eru.
<o:p></o:p>
Sera óheppin tíð
Sum heild metir Birita, at tíðarandin er nógv broyttur. Eisini áhugaleikurin merkir hetta í stóran mun. Í dag er trupult at fáa fólk at nýta tíð uppá leik, tí tað er krevjandi. Fólk velja øðrvísi í dag. Og tað er nú meira ein spurningur um eg , í mun til vit , sum meira var frammi í seksti- og sjeytiárunum. Einstaklingalyndi er meira frammi í dag.
-Fólk vilja ikki hetta longur, at tey eru so sera bundin í fleiri mánaðar.
Hendan tíðarbroytingin hevur so við sær, at tað koma onnur og nýggj mynstur,- havi t.d. hoyrt um eitt sjónleikarafelag, ið ætlar at royna eina ætlan, har tey venja ein sjónleik í eitt ár, men so bara eina ella tvær ferðir um vikuna, so tey ikki gerast so niðurkoyrd, greiðir Birita frá.
Birita Mohr er væl nøgd við sjálvt mentanarálitið. Men hon viðgongur, at tað, at álitið kemur júst nú, ið løgtingsval stendur fyri durum, er eitt sindur óheppið.
- Tað var ov lætt hjá politikaurnum at finna umberingar, tí ein nýggj samgonga skal skjótt taka við, metir Birita Mohr, ið tó er ivaleys í, at virðingin fyri sjónleikinum millum fólk flest er vaksandi og tað ger at hon trýr uppá eina betri framtíð fyri sjónleiki og listini í Føroyum.
(Greinin stóð í fríggjadagsblaðnum og er partur av røðini Mentan og Menning)<o:p></o:p>









