Idé Møblar væntar yvirskot hóast minni sølu

Idé Møblar á Hálsi væntar at koma út úr árinum við einum yvirskoti, hóast keypihugurin í ár hevur verið minni. Vit hava havt fleiri góð ár og hava lagt upp fyri verri tíðum, sigur Birgir Andreasen, stjóri

Handilsvinna

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Hóast millum lítið og einki nýtt verður bygt og eftirspurningurin eftir innbúgvi er minkaður munandi, væntar Føroya Møblasøla – Idé Møblar – at enda árið við svørtum tølum á botnlinjuni.

Orsøkin til tað er ikki, at nógv fólk eru søgd úr starvi, men hinvegin at fyritøkan alla tíðina hevur gjørt »nátúrligar tillagingar«, sum stjórin tekur til.

- Bert ein dama úr gávudeildini er uppsøgd til 1. februar, og tað er tað einasta. Annars hevur tað verið ein nátúrlig tillaging av virkseminum, sigur Birgir Andreasen, stjóri.

Við nátúrligum tillagingum sipar hann til, at fleiri av næmingunum hjá teimum eru útlærdir og hava valt at ganga aðrar leiðir. Har fólk eru farin, er eingin settur í staðin, og tískil er talan bert um eina uppsøgn, sum er til tann 1. februar.

- Tað merkist væl, at keypihugurin er minni nú, enn hann var. Møblar og bilar eru kanska tey fyrstu tingini, sum fólk halda aftur við at keypa, tá tíðirnar gerast verri, men vit selja framvegis heilt fitt. Men vit hava havt 10 góð ár her í nýggja bygninginum hjá okkum, og vit hava konsoliderað okkum móti verri tíðum, staðfestir Birgir Andreasen.