Idé Møblar í Føroyum ein fyrimynd

Birgir og Elsebeth Andreasen, sum eiga og reka møblahandilin, Idé Møblar á Hálsi, hava havt vitjan av danska forstjóranum í innkeypsketuni, John Rohde-Madsen, sum hevur fylgt Birgiri og Elsebeth øll árini, tey hava verið virkin í innkeypsketuni

Vitjan

Sosialurin var inni á gólvinum hjá Idé Møblum og hitti John, Birgir og Elsebeth, beint áðrenn danski stjórin fór avstað aftur hósdagin.
Forstjórin dylir ikki, at leiðslan í stóru innkeypsketuni, Idé Møblar, er errin av handlinum í Føroyum, sum meira enn einaferð hevur fingið heiðurin, Ársins handil.
- Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá eg sigi, at handilin hjá Birgiri og Elsebeth ofta verður brúktur sum fyrimynd fyri aðrar handlar, sum eru partur av handilsketuni ? ikki minst í Danmark, Íslandi og Grønlandi.
John vísir á, at Idé Møblar í Føroyum leggja stóran dent á at hava eina góða kundatænastu, og hann heldur, at tað er eitt ógvuliga vælvirkandi "team", sum rekur hesa fyritøku.
- Hetta eru av álvara "service-minded" fólk ? við einum professionellum hugburði, sum hann tekur til.
Hann heldur, at Idé Møblar á Hálsi rættiliga geva fólki, sum vitja handilin, íblástur.
- Eisini tann parturin, sum ikki sæst, eitt nú vørugoymslan, er í allar mátar á einum professionellum støði, sigur John.

Stór keta
Hann sigur, at tilsamans 39 handlar eru í Danmark, ein í Reykjavík, ein í Nuuk ? og so Idé Møblar í Føroyum.
- ID Design er eisini ein partur av hesi somu ketu, og her er talan um tilsamans 9 handlar í Miðeystri, Kypros, Dubai, Kuwait, Saudi Arabiu, Bahrein, Oman, Katar og á Tennerifa.
John sigur, at handilin hjá Birgiri og Elsebeth, sum er einar 4.000 fermetrar, er millum teir størstu uttanfyri Danmark.
- Eg havi havt tilknýti til innkeypsketuna, Idé Møblar, í mong ár og havi sostatt fylgt Birgiri og Elsebeth í størri og minni mun øll árini, tey hava verið partur av ketuni.
John sigur, at hann byrjaði sum innkeypsleiðari hjá Idé Møblum í 1972, men hevur við millumbili verið í øðrum størvum.
- Í ár 2000 byrjaði eg aftur hjá Idé Møblum ? og í 2002 gjørdist eg forstjóri í innkeypsketuni, sigur John, sum eisini hevur roynt seg sum handilsleiðari í einum av handlunum í Danmark.

Leggja strategi
Á vitjanini í Føroyum hevur hann kunnað Birgir og Elsebeth Andreasen um tær ætlanir, sum leiðslan í innkeypsketuni hevur.
- Vit hava umrøtt tær ætlanir, sum liggja fyri framman ? og hvør "strategiin" verður. Tað er altíð okkurt, sum vit øll kunnu gera betur, og á eini slíkari vitjan verður í tøttum "dialogi" tosað aftur og fram um viðurskiftini, sigur forstjórin í innkeypsketuni, Idé Møblar, John Rohde-Madsen.