Teir flestu limirnir í uttanríkisnevndini hjá Evropatinginum siga, at ríkis- og stjórnarleiðararnir eiga at taka undir við, at ES skal samráðast við Ísland um limaskap, sama um ein nýggj avtala er fingin um Icesave-skuldina ella ikki.
Ríkis- og stjórnarleiðararnir hittast seinni í hesum mánaðinum.
Kommiserurin Stefan Füle, sum umsitur umsóknir um limaskap í samveldinum, segði mánadagin, at ósemjan millum Ísland øðrumegin og Bretland og Niðurlond hinumegin um Icesave eigur ikki at ávirka gongdina í málinum um møguligan íslendskan limaskap í samveldinum.