ICES við nýggjum tilmæli um makrelin

Altjóða Havgranskingarráðið ICES hevur nú endurskoðað makrelkvotuna, sum veksur.

Eftir at hava endurskoðað støðuna hjá makrelstovninum er ICES komið til, at tað er ráðiligt at fiska í mesta lagi 1.011.000 tons í ár.

 

Tað fyrra tilmælið var 890.000 tons. Tað var ikki bygt á vísindaligar kanningar, men á meðalfiskiskapin tey seinastu árini, og síðani í februar hava vísinmdafólk endurskoðað stovnin.

 

Tað er greitt, at veiðan í ár fer langt upp um tað nýggja tilmælið hjá ICES. Føroyar, Noreg og ES hava tillutað sær 1.047.000 tons, og síðani hava Ísland og Grønland tillutað sær ávikavist góð 140.000 og 100.000 tons. 

 

Verður fiskiskapurin hjá russum og øðrum tikin við, er ikki óhugsandi, at veiðan kemur upp ímóti 1,4 millión tonsum í ár ella 40 prosent upp um tilmælið hjá ICES.