ICES mælir til stóra skerjing

ICES mælir til at minka toskakvoturnar í Norðsjónum við 20 prosentum fyri 2013. Danmarks Fiskeriforening heldur, at hetta er ein ógvuslig minking.

Fyri nógvar fiskimenn er toskur eitt av týdningarmestu fiskasløgunum. Tí hevur tað vakt stóran ans millum danskar fiskimenn, at tilmælið er so ógvusligt.

- Í løtuni merkja fiskimenn, at toskastovnurin er í vøkstri. Toskaveiðan bæði í Skagerak og í norðari parti av Norðsjónum er góð. Hinvegin halda vit, at deyðligheitin av toski er ov stór í mun til vøksturin í stovninum, sigur Jan N. Hansen, formaður í Hanstholm Fiskeriforening.