ICES mælir aftur til stórar skerjingar

- Toskaveiðan á landgrunninum skal minka við 24%, og veiðitrýstið eftir upsa skal minkast við heili 38%. Mælt verður til, at eingin beinleiðis hýsuveiða verður í komandi fiskiári, eins og eingin toskaveiða eigur at fara fram á Føroyabanka

SKERJINGAR

Ráðgevandi nevndin hjá ICES (ACOM) er nú komin við sínum niðurstøðum og tilmælum um botnfiskastovnarnar undir Føroyum við denti á tosk, hýsu og upsa. Mett verður um støðuna hjá hesum fiskastovnum á landgrunninum, og eisini er tilmæli um tosk á Føroyabanka. Eisini er stutt yvirlit yvir aðrar fiskastovnar, sum hava áhuga fyri Føroyar og føroyska fiskiveiði.
Havstovan handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, sína tilráðing í gjár, og hendan er eisini við á heimasíðuni hjá Sosialinum í dag (sí aðra grein.
Vanligt er, at tilráðingin hjá Havstovuni er eitt sindur ”bleytari” enn tilráðingin hjá ráðgevandi nevndini hjá ICES.
Hetta sæst eisini í umrødda tilmæli.
Jákup Reinert, sum er limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES, sigur, at fyri føroysku botnfiskastovnarnar eru útlitini bjartari í ár enn í fjør, men hetta sæst kortini bert í lítlan mun aftur í ráðgevingini hjá ICES fyri komandi ár.
- Hetta er tí, at tá einki annað fyriliggur, nýtir ICES sonevndu fyrivarnisregluna sum grundarlag. Hendan sigur í stuttum, at veiðitry?stið skal ikki vera hægri enn eitt ávíst støði (Fpa), eins og gýtingarstovnurin skal verða oman fyri eitt minstavirði (Bpa). Eru hesi krøv ikki lokin, verður mælt til at fáa hetta upp á pláss sum skjótast, sigur hann.

Stórar skerjingar
Tilmælini hjá ICES leggja enn einaferð upp til stórar skerjingar í veiðini eftir toski og upsa, eins og mælt verður til, at eingin beinleiðis hýsuveiða fer fram í komandi fiskiári.
Í stuttum mælir ráðgevandi nevndin hjá ICES til, at veiðitrýstið eftir toski á landgrunninum verður minkað við 24%, meðan veiðitrýstið eftir upsa verður minkað við heili 38%. Mælt verður til, at eingin beinleiðis hýsuveiða verður í komandi fiskiári, eins og eingin toskaveiða eigur at fara fram á Føroyabanka.
Um toskin á landgrunninum sigur ICES, at veiðan síðan ár 2004 hevur verið væl undir miðal, men gýtingarstovnurin hevur eisini verið sera lítil síðan ár 2004.
- Í 2007 var gýtingarstovnurin hjá toski á landgrunninum mettur til einans 17.500 tons, sum er tað minsta, nakar veit um at siga. Gýtngarstovnurin er nú við at veksa aftur og er mettur at hava verið umleið 32.000 tons hin 1. januar 2009.
ICES sigur, at um gýtingarstovnurin fer niður um 21.000 tons, verður mett, at líkindini fyri, at hann klárar at framleiða góða tilgongd, eru vánalig, sjálvt um umstøðurnar í sjónum annars eru góðar.
- Vit mæla til, at gýtingarstovnurin ikki eigur at fara niður um 40.000 tons.
Ráðgevandi nevndin hjá ICES vísir á, at fleiri orsøkir eru
til vánaligu støðuna hjá gýtingar.
Í fyrsta lagi hevur tilgongdin verið undir miðal síðan ár 2002 – og flestu árini væl undir miðal. Nú er hon tó batnandi, og 2007-árgangurin var beint undir miðal, eins og bæði 2008 og 2009-árgangirnir eru mettir omanfyri miðal.
- Ein onnur orsøk til, at stovnurin hevur verið so illa fyri er, at vøksturin á fiskinum eisini hevur verið vánaligur í fleiri ár, men eisini her hevur framgongd verið at sæð í seinastuni.
Ein triðja orsøk, sigur ICES vera, at veiðitrýstið, sum er tað einasta, vit sjálvi kunnu ávirka, hevur verið alt ov stórt.
ICES mælir til, at ikki meiri enn 27% - í tali - skulu fiskast úr stovninum, meðan lógin um vinnuligan fiskiskap sigur, at í miðal ikki skulu fiskast meiri enn 33% - í tali – úr stovninum.
- Men síðan lógin um vinnuligan fiskiskap varð samtykt, hevur veiðitrýstið á toski í miðal verið heili 41% - og varð í 2009 mett at vera 34%. Veiðitrýstið í 2009 var soleiðis næstan í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap, men hetta er ov høgt – og ikki burðardygt, sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES.
Mælt verður tí til, at veiðitrýstið eftir toski á landgrunninum verður minkað niður á nevndu 27% - í tali – av stovninum, og hetta merkir eina minking í veiðini upp á 24% í mun til verandi veiðitrýst.

Stongdar leiðir
ICES sigur, at tilmælini taka fyri, at toskur og hy?sa verða veidd saman í einum blandaðum fiskiskapi, serliga við línu.
- Hýsa á landgrunninum er sera illa fyri, og vit mugu taka hædd fyri hesum, nú mælt verður til, at toskur aftur kann veiðast. Í fjør varð mælt til, at bæði toska- og hýsuveiðan skuldi minkast so nógv sum gjørligt. Umframt at skerja dagatalið, er einasti máti í verandi dagaskipan at steingja fleiri hýsuleiðir, helst alt árið.
ICES heldur, at skal ein góð tilgongd av toski tryggjast
framyvir, mugu uppvakstrarøkini inni við land verða stongd fyri vinnuligum fiskiskapi
- Neyvt samband tykist vera millum gróður í sjónum og veiðitrýst fyri tosk. Í árum við góðum gróðri eru tilgongd og vøkstur eisini í miðal góð, og nóg mikið av føði er í sjónum. Øvut er í árum við vánaligum gróðri. Hetta sæst eisini aftur á veiðievnunum hjá línu, tí toskurin, sum serliga er fimm ár og eldri, tekur nógv lættari, tá náttúrlig føði vantar.
Víst verður á, at tá meginparturin av toskinum verður veiddur við húki, økist veiðitry?stið, tá gróðurin er lítil.
- Um bæði tilgongd og vøkstur hjá toski eru undir miðal samstundis, kann hetta fáa stovnin at minka skjótt. Dømir eru um hetta seinastu árini.
ICES mælir tí í síni tilráðing til at taka tílík viðurskifti við í umsitingina av toskaveiðini. Mint verður eisini á, at við eini slíkari fiskidagaskipan vil tað altíð vera ein øking í effektiviteti í reiðskapi og veiðihættum, og tí er eisini neyðugt at stilla skipanina samsvarandi hesum.
Um toskin á Føroyabanka sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES, at her ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina.
- Men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma framvegis sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv síðani 2003, og føroysku myndugleikarnir stongdu bankan fyri allari veiðu 1. januar 2009.
ICES metir ikki, at nýggju hagtølini fyri toskastovnin á Føroyabanka geva nakra grund til at broyta ráðgevingina frá í fjør, tá mælt varð til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur eftir toski á bankanum, fyrr enn yvirlitstrolingar aftur vísa, at stovnurin er komin fyri seg. Tað merkir, at stovnurin í minsta lagi skal verða ájavn við – ella oman fyri – støðið, hann var á árini 1996-2002.

Eingin hýsuveiða
ICES sigur í sínari tilráðing, at veiðan eftir hýsu støðugt hevur verið minkandi síðan ár 2003 og hevur seinastu trý árini verið væl undir miðal. Gýtingarstovnurin er eisini støðugt minkaður seinastu árini og er 1. januar ár 2010 mettur til einans 17.000 tons, sum er tað minsta, nakar veit um.
- Tá gýtingarstovnurin á hýsu fer niður um 22.000 tons, verður mett, at líkindini fyri, at hann megnar at framleiða góða tilgongd, eru vánalig, sjálvt um umstøðurnar annars í sjónum eru góðar. Mælt verður til, at gýtingarstovnurin ikki fer niður um 35.000 tons.
ICES vísir á, at fleiri orsøkir til, at gýtingarstovnurin er vorðin so lítil.
- Serliga er tað tilgongdin, sum hevur verið væl undir miðal síðani ár 2005. Ávís tekin eru um, at tilgongdin fer at batna nakað í ár og komandi ár. Hetta eru metingar, og hóast rættar, so er batin lítil. Tað tekur tíð, áðrenn tilgongdin fær stórvegis ávirkan á gýtingarstovnin.
ICES sigur, at vøksturin hjá hýsu eisini hevur verið vánaligur í fleiri ár, men hendan gongdin er við at
venda.
Í triðja lagi sigur ráðgevandi nevndin, at veiðitrýstið eftir hýsu hevur verið ov stórt.
- Vit hava mælt til, at ikki skal fiskast meira burtur úr stovninum enn 20% - í tali – av fiski, men síðan lógin um vinnuligan fiskiskap varð sett í verk, hevur veiðitrýstið í miðal verið 28%. Seinnu árini er trýstið tó minkað, og í 2009 varð trýstið mett at vera júst 20%. Sostatt er tað ikki veiðutrýstið, ið er størsta orsøkin til, at gy?tingarstovnurin er so lítil, men
heldur tilgongdin saman við tí vánaliga vøkstrinum.
ICES sigur, at veiðitrýstið eftir hýsu sjálvsagt má stillast eftir, hvussu stovnurin er fyri, og framskrivingar vísa, at sjálvt við ongum hýsufiskiskapi, vil stovnurin vera verandi lítil í eina tíð enn.
- Við støði í fyrivarnisregluni mæla vit tí til, at eingin beinleiðis fiskiskapur verður eftir hýsu í komandi fiskiári – og at hjáveiðan í øðrum fiskiskapum verður so lítil sum møguligt. Eisini eigur ein ætlan at leggjast fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur.

Upsaveiða minkast
Um upsa undir Føroyum, sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES, at vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítla vøksturin av upsa, sum hevur verið seinastu árini, hava vanligu stovnsmetingarnar ikki verið góðkendar av ICES seinastu árini.
Men á einum serligum fundi í ICES í februar í ár vórðu
ávísar ábøtur gjørdar, og nú er stovnsmetingin góðkend.
ICES sigur, at veiðan eftir upsa hevur verið søguliga høg seinastu fimm árini. Gýtingarstovnurin hevur verið væl fyri, men er nú í minking. Veiðitrýstið er tó alt ov høgt.
Tilgongdin av upsa hevur verið væl oman fyri miðal flestu av seinastu 10 árunum, men tykist nú minkandi. Við so góðari tilgongd var væntandi, at gýtingarstovnurin ikki var í minking, sum hann nú er mettur at vera. Orsøkir til hetta eru mest sannlíkt, sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES, at veiðitrýstið er ov stórt, og at vøksturin er so lítil.
- Vit mæla tí til, at veiðitrýstið verður minkað við 38% í mun til verandi veiðitrýst – og at gýtingarfriðingarnar av upsa halda fram, sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES í sínari tilráðing.