ICES lækkar nú tilmælið uppá hvussu nógv skal fiskast av makreli.
Tá tilmælinum, sum ICES lat strandalondunum í september, segði stovnurin, at tey mæltu til, at 944.000 tons av makreli kundi fiskast.
Nú hevur ICES sagt, at tað var ein feilur hendur í útrokningini hjá teimum og tilmælið verður nú lækkað við 87.000 tonsum niður í tilsamans 857.000 tons.
Strandalondini Norra, ES og Føroyar hava annars ásett ein heildarkvotu fyri 2017 á 1.021.000 tons, ið er 19% hægri enn tilmælið frá ICES.