Íslendska flogfelagið Icelandair hevur gjørt at fara undir rutuflúgving til Toronto í Kanada í mai næsta ár, men samstundis hevur felagið gjørt av at strika flúgvingina til Baltimore í USA úr ferðaætlanini. Leiðslan í Icelandair sigur, at ferðafólkatalið á rutuni til Baltimore minkaði nógv, tá amerikanska herstøðin í Keflavík bleiv niðurløgd. Íslendska felagið fer at økja flúgvingina til Bretlands næsta ár, men til Danmarkar verðir sama útboð sum í ár.










