Iceland MotoPark

Arbeiðið við at gera nógv umtalaðu koyribreytina í Íslandi “Iceland MotoPark” er byrjað. Talan er um eitt stórt anlegg, sum skal nýtast til t.d. rasarakoyring við Formula F1 bilum, drag racing, go-cart og rallykoyring.

Breytin verður bygd nakað uttan fyri Reykjavík, á einum øki sum er 370 hektarar til víddar. Á hesum øki verða eisini bygd háhús og hotell. Breytin verður bygd við síðuna av høvuðsvegnum til flogvøllin - við krossvegin til Grindavíkar og Blue Lagoon.
 
Eftir íslendskum mátistokki er hetta ein sera stór verkætlan, sum nú er vorðin veruleiki. Eitt byggisamtak av fleiri byggifeløgum ger arbeiði.
 
Verkætlanin verður stuðlað bæði av íslendskum íleggjarum og íleggjarum uttan úr heimi.   
 
Endamálið við Iceland MotoPark er at hava eitt stað, har øll áhugaði kunnu koma og fáa eina veruliga upplivning innan motorsport og eisini fyri at læra at blíva betri bilførarar. Alt kemur at ganga fyri seg undir tryggum umstøðum. Íslendingar vænta, at teir við Iceland MotoPark eisini koma at hava nakað at bjóða ferðafólki.