Iceland Airwaves byrjað

Í gjár byrjaði stóri íslendski festivalurin, har eini 600 konsertir eru á skránni.

Iceland Airwaves festivalurin í Reykjavík hevur ment seg til ein stóran festival.

 

Har eru íslendsk nøvn, men eisini eru vitjandi útlendsk nøvn millum tey mongu, ið fara á pall. Føroyingar hava áður luttikið.

 

Festivalurin byrjaði í gjár og heldur fram til sunnudagin. Eini 600 konsertir eru á skránni hesar dagarnar.

 

Skráin sæst her: http://icelandairwaves.is/line-up/