Krígsbrotsverk í Ukraina skulu kannast

- Vit eru her, tí vit hava orsøk at halda, at her eru framd krígsbrotsverk, sum fella inna fyri økið hjá dómstólinum, sigur høvuðsákærin í ICC, Karim Khan.

 

Altjóða revsidómstólurin ICC samstarvar við granskarar í ES um kanningar av møguligum krígsbrotsverkum í Ukraina.

 

Tað upplýsir ES, Evropa Samveldið.

 

Skrivstovan hjá høvuðsákæranum í ICC í Haag luttekur eisini í einum felags kanningartoymi í Ukraina. 

 

Høvuðsákærin í ICC, Karim Khan, vitjaði fyrr í hesum mánaðnum í ukrainska býnum, Butsja, sum liggur nakað uttan fyri høvuðsstaðin, Kyiv. 

 

Her lógu fleiri lík og sløgdust eftir gøtuni, eftir at russisku herdeildirnar, sum høvdu verið í býnum í vikur, høvdu tikið seg aftur.

 

- Ukraina er landið, har brotsverkini eru framd. Vit eru her, tí vit hava orsøk at halda, at her eru framd krígsbrotsverk, sum fella inna fyri økið hjá dómstólinum.

 

Tað segði høvuðsákærin í ICC, Karim Khan, tá hon sá ræðuleikarnar í Butsja, og tað er NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.