ÍBV vann seg upp á triðja plássið

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus vann sannførandi á ÍR á útivølli

Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV spældu í kvøld dyst á útivølli móti ÍR í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV vann ein greiðan 35-28 sigur. Í steðginum var ÍBV á odda 21-16.

 

Dánjal skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld.

 

ÍBV er nummar trý í deildini við sama stigatali sum nummar tvey, FH. Bæði liðini hava 24 stig hvør. Valur er langt fremst í deildini við 33 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur ÍBV móti Fram á heimavølli.