ÍBV vann - Fram og KA taptu

Tað gjørdist talan um ein misjavnan dag hjá føroyingaliðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Øll føroyingaliðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag. Eitt av teimum vann og hini bæði taptu.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu á heimavølli greiðan 32-25 sigur á Selfossi. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 15-14. Dánjal skoraði eitt mál eftir skjótálop. Í fyrra hálvleiki var hann fyri tað mesta brúktur í verjuni og eftir steðgin spældi hann á vinstra bakki og vinsta vongi. Selfoss kom uppá javnleik 16-16 í seinna hálvleiki, men so skoraði ÍBV fimm mál á rað, og frá støðuni 21-16 hildu teir frástøðuna til Selfoss. 

 

Vilhelm Poulsen skoraði fimm mál uppá 11 málroyndir og Rógvi Dahl-Christiansen skoraði eitt mál uppá tvær málroyndir tá lið teirra, Fram tapti 27-30 fyri FH á útivølli á Hafnarfjørðinum. Tað lá illa fyri hjá Fram í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru til steðgin var FH á odda 17-10.

 

Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál og Nicholas Satchwell hevði tríggjar bjargingar, tá liðið hjá teimum og Allani Norðberg, KA tapti 29-32 fyri Haukum á heimavølli. Haukar vóru á odda 16-12 í steðginum. Sambært Morgunblaðnum var málverjin hjá Haukum, Aron Rafn Eðvarðsson við 12 bjargingum ein sera stór orsøk til, at KA var fyri tapi í dag.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir ÍBV á útivølli móti Stjørnuni. Sunnudagin klokkan 17 spælir KA á útivølli móti Selfossi, og sunnudagin klokkan 18 spælir Fram á útivølli móti Stjørnuni. 

 

Nr LiðDystirVJTStig
1 Haukar1072116
2 FH961213
3 Valur852112
4 Stjarnan860212
5 ÍBV860212
6 Afturelding842210
7 Fram84048
8 Selfoss83056
9 KA93066
10 Grótta72145
11 HK80080
12 Víkingur90090