Íbúgvar mistu rættin at parkera

– Vit hava altíð parkerað her, men nú hevur býráðið sett 8 tímar avmarking á parkeringsplássið, sum upprunaliga varð gjørt til íbúgvarnar í økinum.

 

Tað sigur Odmar Danielsen, sum býr í Jóan Karlsgøtu í Havn. Tað er gøtan millum Bókbindaragøtu og Frúutrøð, har sum Lonirnar – sum vanliga verða kallaðar Revagarðarnir, eru.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð koyrandi frá Frúutrøð og inn eftir Jóan Karlsgøtu. Men har var so smalt, at kommunan gjørdi av at broyta innkoyringina til økið soleiðis, at nú skuldi verða koyrandi frá Bókbindaragøtu.

 

– Hetta var ein góð loysn, hildu vit, serliga tí, at býráðið sendi okkum skriv og tók okkum grannar upp á ráð, greiðir Odmar Danielsen frá.

 

Úrslitið var, at nýggj innkoyring var gjørd úr Bókbindaragøtu, har parkeringspláss vóru til 25 bilar. Hóast økið er alment, so kom tað væl við hjá íbúgvunum í økinum, sum ikki fáa sett bilin á egið stykki.

 

Ein keðilig avleiðing fyri grannarnar var tó, at har komu at standa nógvir fremmandir bilar, og at summi lótu bilar standa leingi – onkur í áravís.

 

– Síðani er tað hent, at tíðaravmarking er komin á parkeringsplássið, og tað er sera óheppið hjá okkum, sum búgva her. Tí nú kunnu vit ikki longur hava bilarnar standandi ein heilan dag – ella í fleiri dagar, um vit eru burturstødd, sigur Odmar Danielsen.

 

Hann kundi tí ynskt sær, at íbúgvarnir í økinum fingu eitthvørt frámerki at seta á bilin, so tey kundu parkerað uttan tíðaravmarking. Men tað ber ikki til í Tórshavnar kommunu.

 

Tey einastu, sum fáa serrættindi at parkera frá Tórshavnar kommunu eru landsstýrisfólkini. Tey hava seianstu 20 árini ella so fingið at frámerkið at seta í forrútin sum gevur teimum loyvi at parkera uttan tíðaravmarking á parkeringsbásunum í býnum.