Tað eru mong sum kenna mannin, sum á eyðkendum norðurjyskum, smílandi og væl upplagdur hevur staðið á trappuni við taskuni og eini bók í hondini.
Ib Jensen var bókaseljari hjá adventistunum. Hann ferðaðist kring Føroyar og seldi bøkur í 45 ár. Tann kendasta man vera bókarøðin Skýmingarløtan, sum hann man hava selt millum 20- og 30 túsund av gjøgnum árini.
Ib var føddur í Thy í Norðurjyllandi, og kom sum 27 ára gamal í 1961 til Føroya at starvast sum seljari hjá adventisasamkomuni.
45 ár sum ferðandi seljari høvdu nógvar ymiskar upplivingar við sær. Ikki var altíð líka lætt at ferðast tey fyrstu árini. Ib kundi greiða frá nógvum baldrutum túrum kring landið.
Ib verður nógv saknaður í adventistasamkomuni, og av nógvum fólki kring landið. Eisini av børnunum og teimum sum starvast í skúlanum. Økið kring kirkjuna og skúlan hevur hann hildið á ein fyrimyndarliga hátt. Hann var ein sera lítilátin persónur og gjørdi ongan háva burtur úr sær sjálvum. Hann syrgdi bara fyri øllum.
Hóast Ib var dani og tosaði danskt, kendi hann seg sum føroying, og hann hevur eisini sagt, at her vildi hann jarðast. Av familjuni er bert ein systir eftir á lívi, og hon býr í Australia.