Ian tímir ikki meir

Miðvallarin er givin í Vejle, har teir ikki vóru sinnaðir at veita honum nakra sum helst samsýning. Nú er Ian Højgaard opin fyri øllum nýggjum avbjóðingum

Ian Højgaard spælir ikki longur fótbólt í Vejle. Hann roknar við at halda fram at spæla, men í hvørjum felag tað verður, og í hvørjum landi tað verður, veit hann ikki at siga.
Orsøkin, at Ian Højgaard er givin í Vejle, er tann, at felagið ikki hevur verið sinnað at veita honum nakra samsýning fyri at spæla.
? Hesar seinastu vikurnar havi eg í tveimum dystum verið við á besta liðnum. Eg havi verið tann einasti á besta liðnum, sum onga sum helst samsýning hevur fingið fyri at spæla. Fyrst í hesum árinum tosaðu felagið og eg um, hvussu tað skuldi vera við samsýning. Tá vóru teir sinnaðir at bíða eitt sindur. Teir søgdu seg vilja útseta avgerðina til í seinasta lagið hálvan mai. Men eg tími ikki at bíða so leingi. Eg brúki meiri tíð upp á fótbóltin her, enn eg nýtti í Føroyum, og eg haldi ikki, at eg kann bjóða familjuni hetta, sigur Ian Højgaard úr Vejle, har hann eisini hevur sítt dagliga starv.
Í Vejle venja teir fýra kvøld um vikuna, umframt at teir venja leygardag fyrrapart, tá ið teir spæla sunnudag. Vejle liggur illa fyri í næstbestu deildini, og sambært Iani Højgaard er lagið í felagnum einki serligt.

Opin fyri øllum
Ian Højgaard hevur framvegis góðan hug at spæla fótbólt. Men hann sigur seg ikki vita, hvar tað verður.
? Síðani eg boðaði frá, at eg ikki vildi halda fram í Vejle undir teimum treytum, sum eg higartil havi spælt, hevur okkurt felag sett seg í sambandi við meg. Tað eru feløg á lægri støði, men eg havi onga avgerð tikið.
Hugsar tú um at koma aftur til Føroya at spæla fótbólt?
? Tað er eisini ein møguleiki. Men tann møguleikin krevur eyka umhugsni, tí konan er fyri stuttum farin undir útbúgving í Danmark. Hóast hon er donsk, so leingist henni aftur til Føroya. Um eg fekk møguleikan at spæla í Føroyum, so er spurningurin, hvussu viðurskiftini annars kundu verið løgd til rættis, sigur Ian Højgaard.
Undanfarnu fimm árini hevur 28 ára gamli miðvallarin verið fastur maður á NSÍ liðnum.